Vísindaknokkar  Por  arte de portada

Vísindaknokkar

De: Vísindaknokkar
  • Resumen

  • Hetta poddvarpið, er sprottið úr einari blanding av forvitni, og eldhuga fyri at læra og miðla vitan.

    Endamálið er at lýsa gransking í Føroyum, umframt at lýsa ymisku møguleikarnar fyri at nema sær náttúruvísindarliga útbúgving og starv, bæði heima og í útlegd.

    Hetta verður gjørt, við at bjóða granskarum ein pall har tey kunnu miðla tí gransking sum fer fram í løtuni, umframt áhugaverda og týdningarmikla gransking sum longu er framd.

    Ynski okkara er at verða ein miðil, ið ger tað lættari fyri ein og hvønn FORVITNISKNOKK, at fáa atgongd til náttúruvísindaliga vitan, sum hevur serligan týdning fyri Føroyar og okkum føroyingar.

    Finn okkum á Facebook og Instagram.

    Allir tónarnir, sum vit hava brúkt í okkara poddvarpi eru frá: Flawed Mangoes

    All soundtracks in this podcast are the courtesy of: Flawed Mangoes

    Vísindaknokkar 2023
    Más Menos
Episodios
  • #5: Inflammatión og metabolisma, Helga Ellingsgaard, PhD.
    Nov 25 2023

    Gesturin hesaferð er Helga Ellingsgaard, granskari á TrygFondens Center for Aktiv Sundhed á Ríkissjúkrahúsinum.

    Vit práta um IL-6 og hvussu tað vísir seg at hava ávirkan á inkretinið GLP1 (eisini kent sum tað virkandi evnið í heilivágunum Wegovy og Ozempic), metabolismuna og feitt mobilisering.

    Helga greiður eisini frá hvussu luttakarir í teirra granskingarverkætlanum ofta vera kannaði bæði við at máta isotopar í blóð- og vevnaðarroyndum.

    Más Menos
    1 h y 4 m
  • #4: Norn kyknur. Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru
    Jul 18 2023

    Hesaferð hava vit eina spennandi samrøðu við Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru, um Norn kyknur, sum hon hevur staðið fyri at finna og lýsa.

    Vísindaliga greinin hjá Bjørt og starvsfeløgum hennara er at finna her:

    www.nature.com/articles/s41591-023-02314-7

    Í hesum táttinum verður Human Cell Atlas eisini nevnt. Sí meir her:

    Human Cell Atlas – To create comprehensive reference maps of all human cells—the fundamental units of life—as a basis for both understanding human health and diagnosing, monitoring, and treating disease.

    Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics.

    Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum.

    Tónleikurin er frá: Flawed Mangoes

    Más Menos
    1 h
  • #3 Alduorka í Føroyum. Bárður Joensen, PhD.
    Jun 6 2023

    Vit práta við Bárður Joensen, PhD, um møguleikarnar fyri at útvinna og gagnnýta alduorku í Føroyum. Bárður hevur m.a. kannað umstøðurnar fyri at seta alduorkuverk út í Føroyum, umframt um tað kann loysa seg.

    Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics. Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum.

    Tónleikurin í poddvarpinum er frá Flawed Mangoes.

    Más Menos
    57 m

Lo que los oyentes dicen sobre Vísindaknokkar

Calificaciones medias de los clientes

Reseñas - Selecciona las pestañas a continuación para cambiar el origen de las reseñas.